Mannkroppurin er fyri tað mesta gjørdur av vatni. Eini 70 prosent av kroppinum er vatn. Musklarnir eru 75 % vatn, blóðið 82 %, lungini 90 % og beinagrindin er 25 prosent vatn.
Vatn gevur nering og ilt til kropskyknurnar. Tað hjálpir til við at niðurkøla kroppin, virkar sum ein verjandi púta fyri vevnaðin og hevur ein avgerandi leiklut tá maturin skal sodnast.
Tí sigur tað seg næstan sjálvt, at vit mugu drekka nógv fyri at hava tað gott.
Tveir litrar um dagin skulu vit drekka fyri at fáa nokk av vætu. Og eru vit kropsliga virkin skulu vit drekka meira.
Hvussu kunnu vit so vita um vita hava drukkið ov lítið. Jú, so eru vit tyst, siga tit. Ja, tað er eitt tekin. Eisini skal vætan verða klár og ljóst gul tá tú pissar og skal ikki lukta. Er vætan myrk og luktar er tað nokk tí vit hava drukkið ov lítið. Er hon hinvegin púra klár hava vit helst drukkið ov nógv. (Kanska av onkrum, sum vit ikki skulu drekka ov nógv av).
Kennir tú teg troyttan, eldist skjótt, tekur upp á, hevur vánaliga immunverju, trupult at koma fyri teg eftir at hava vant manglar tú helst vætu. Eisini er vandin fyri at fáa álvarsamar sjúkur t.d. krabbamein, gikt, astmu, ovurviðkvæmi størri, um tú drekkur ov lítið.
Er góð vætujavnvág verjir liðir og beinagrind, flytir føðsluevni runt í kroppinum, regulerar kropshitan og hjálpir kroppinum at koma fyri seg eftir sjúku. Stutt sagt syrgir vatn fyri at tit halda tykkum ungan og penan longri.
Kelda: www.alun.dk