Tí eru summi meira bjartskygt og hava størri sjálválit

Deil á Facebook
Mánadagur 24. oktober 2011 - 04:00

Hevur tú nakrantíð hugsað um, at summi fólk altíð eru meira vónrík enn onnur? Tey síggja ikki forðingar, men heldur møguleikar, sum tað eitt sindur popputt plagar at verða sagt. Kanska er ein serlig orsøk til, at so er. Orsøkin kann sambært amerikonskum granskarum vera, at eitt serligt gen, sum verður rópt OXTR, stýrir summum fólk meira enn onnur.

Videnskab.dk skrivar, at Granskarin Shelley E. Taylor frá University of California saman við starvsfeløgum hevur kannað 326 fólk. Niðurstøðan er, at summi fólk hava genetiskar eginleikar, sum gera, at tey eru meira bjartskygd, hava størri sjálvsálit og hava álit á, at tey hava skil á sínum lívi.

Í hesum døgum verða gen ella ílegur nógv kannaðar, og tað er nærum ikki tað, sum ílegurnar ikki kunnu forklára. Her var so enn eitt fyribrigdi, ið bleiv lagt afturat listanum, og fleiri fara heilt vist at koma næstu tíðina.

Lesið alla greinina her


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini