So løgið tað ljóðar, er tyggigummi í hárinum ein trupulleiki hjá summum. Hvussu tyggigummiið er komið í hárið, fara vit ikki at tosa so nógv um her, men bara staðfesta at tað hendir, og so geva tykkum uppskriftina upp á, hvussu tit fáa tað úr aftur hárinum.
Tú skalt brúka margarin, plantumargarin ella smør, og so smyrja ríkiligt á tyggigummi-plettin í hárinum. Brúka bara nóg mikið av feitti, men ansa eftir at tú smyr tað í varliga, so tú ikki krúllar hárið enn meira enn tyggigummiið hevur gjørt. Lat feittið vera í hárinum í einar 2 minuttir, so loysnar, og tú kanst varliga hála tyggigummi av. Aftaná 3-5 minuttir kanst tú greiða hárið við bust ella kambi.
Feittið vaskar tú úr aftur hárinum við vanligum sjampoo.
Kelda