Seks um dagin er bæði frukt og grønmeti

Deil á Facebook
Hósdagur 20. oktober 2011 - 13:00

Veit ikki hvussu tit hava tað, men tá eg hoyrdi um ráðini, har mælt verður til eta "seks um dagin", hugsaði eg fyrstu tíðina bara um frukt. Kanska tí, at tað er eitt sindur torførari at seta tal á grønmeti enn frukt. Men ráðini seks um dagin snúgva seg altso bæði um frukt og grønt.

Upprunaligu ráðini ljóðaðu eisini øðrvísi, men onkur smartur marknaðarfrøðingur fann upp á at brúka slagorðini "seks um dagin", sum geva ávís onnur hugasambond :-)

Almenna kostráðið er, at vit eta 300 gramm av frukt og 300 gramm av grønmeti hvønn dag.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini