Kramm-prei:
Nú honfdbóltskappingar eru farnar í gongd aftur fylgir altíð ein ”trupulleiki” við. Her verður hugsað um harpiks. Aldursbólkarnir gentur- og dreingir 14 og uppeftir hava loyvi at brúka harpiks. Og fyrimunurin við at brúka harpiks er eyðsýndur. Bóltførleikin gerst betri.
Men harpiksið skal av aftur hendrunum og tað gerst ikki bara við vatni og vanligari sápu. Tú kanst keypa ymiskt harpiksreins til endamálið. Á netinum fann eg eitt frá Select, sum kostar 129 kr. fyri ein hálvan litur.
Trupulleikin kann tó loysast nógv bíligari. T.d. kann mann brúka matarolju. Á netinum fann eg eisini ein litur av olivenolju fyri 14,95. Nógv vita eisini, at margarin er óført at vaska oljumáling av hendrunum við, so helst riggar margarin eisini til harpiks.