Tað er gleðiligt at frætta, at tað eru fólk sum skipa fyri ferðum til Føroya, har serstakur føroyskur matur er í hásæti. Tað er ferðaskrivstovan Green Gate Incomming, sum í nýggja vørulista sínum fyri 2012 millum nógvar aðrar túrar, nú bjóðar fólki í útlandinum at koma til Føroya alt árið í fýra dagar, gista og eta og uppliva ein part av landi okkara.
Tað er føroyski maturin og høvuðsstaðurin Havnin, sum er høvuðsevnið á hesum túrinum, sum hevur heitið "Matarlyst fyri Føroyum". Men tað verður eisini vitjað við Gjógv, har miðmáli úr lokalum rávørum verður etin í Gjáargarði. Hini matstøðini, sum eru partur av túrinum, eru matstovurnar KOKS og Etika í Havn. Gist verður á Hotel Tórshavn.
Góða eydnu við tiltakinum. Stuttligt at síggja, at dyrgt verður eftir ferðafólki, sum hava áhuga fyri serstøkum mati.
Tú kanst síggja allan vørulistan hjá Green Gate fyri 2012 her (NB: Fyllir 12,3 MB)
Tilvildalig mynd av føroyskum mati
(Mynd: Fróði Múller)