Komandi ár verður gjørligt hjá matstovum niðri at seta lyklarhol-merki á lidna matin, sum er til keyps. Higartil hava vit bara sæð lyklarhol á matvørum í matvøruhandlum - eisini her heima - men komandi ár verður so eisini gjørligt at lýsa við hesum merki, tá fólk eru úti og eta.
Lyklarholið ber boð um, at maturin er soltin og at sukur og saltinnihald er lítið. Eisini verða merkini brúkt, tá talan er um mat, ið inniheldur kosttrevjur, fullkorn, frukt og grønt.
Lyklarholið ber sostatt boð um, at her er matur, sum lýkur nøkur av krøvunum, sum verða sett í almennu heilsuráðunum. Vónandi fara vit eisini at síggja føroyskar matstovur, ið upplýsa á hendan ella annan heilsugóðan hátt.
Kelda