Sjálvt um skons verða mest etin í Onglandi, og tá sum oftast seinnapartin til Afternoon Tea, so dámar mær best at eta tey um morgunin. Orsøkin er tann, at eg oftast baki tey, tá einki breyð er inni, og tað skal sum kunnugt ikki ger í skons, men bakipulvur. Og tá slepst undan at lata deiggið ganga.
Her er ein uppskrift upp á leskilig skons við turkaðum berum.
TILFAR til 8 skons (ger endiliga dupulta uppskrift, tí tey verða heilt vist etin :-)
150 gr av hveitimjøli
75 gr av rugmjøli
2 1/2 teskeið av bakipulvuri
40 gr av flótimargarini ella bleytum smøri
1 egg (kann eisini bakast uttan egg)
3 rokaðar spísiskeiðir av sukuri
1 dism av salti
1,5 dl av mjólk
50 gr av turkaðum berum - t.d. fáast turkað bláber í FK í Føroyum.
FRAMFERÐARHÁTTUR
Sálda mjøl og bakipulvur niður i ein bolla. Lat so ber, sukur og salt í og rør hetta varliga saman við eini sleiv. Lat so mjólk, margarin/smør og egg í, og rør við eltigaflum á elektriskum pískara (einar 3-4 min). Tilfarið verður nokk so tjúkt (ikki flótandi), men soleiðis skal tað vera. Tak úr bollaranum, stoyt eitt sindur av mjøli á borðið,rulla út til eina pylsu, trýst lætt á rulluna, so hon verður eitt sindur fløt, og sker skonsini út. Umleið 8 skons er passandi til hesa uppskriftina. Baka í 12 til 15 min mitt í ovni við 225 stigum í vanligum ovni - 200 stig í 12-15 min, um tað er luft-ovnur.
PREIÐ: Tað ber eisini til at lata hakkaða sjokulátu í skonsini (50 gr ístaðin fyri ber), ella helvt um helvt sjokulátu og turkað ber.