Jan Restorff og Søllerød fáa seks kokkahúgvur frá Politiken

Deil á Facebook
Fríggjadagur 21. oktober 2011 - 12:10

Sum nógvir føroyingar vita, so er havnamaðurin Jan Restorff stjóri á einari av bestu matstovum í Danmark, Søllerød Kro. Donsk bløð ummæla javnan stóru donsku matstovurnar, og tá onkur størri útskifting hendir í køkinum, plaga tær at vitja aftur. Nú Søllerød Kro hevur fingið nýggjan chef-kokk síðani seinasta ummæli (Christian Ebbe tók yvir eftir Jakob de Neergaard í summar), hevur Politiken verið og vitjað aftur, og tað gekk avbera gott. Jan og hansara fólk fáa í blaðnum í dag seks kokkahúgvur av seks møguligum.

Politiken skrivar m.a. soleiðsi:
"Og perfektionen er i det hele taget kroens adelsmærke. I tilberedningerne fra køkkenet, i kombinationen af mad og vin og ikke mindst i det enestående værtskab, som Restorff og hans folk yder hver eneste dag på stedet."

Lesið alt ummælið her


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini