Kostráðini siga, at vit skulu eta 600 gr. av frukt og grønmeti um dagin. Tvs. at tað er nakað mann altíð skal eiga inni.
Tað, sum fólk vanliga hava inni av frukt eru bananir, súreplir, appelsinir og perir.
Tað grøna er ofta gularøtur, reytt pipar, hvíttkál, blomkál, leyk, agurk og ymisk salat.
Men hvussu goyma vit so frukt og grønmeti frægast. Sumt skal goymast kalt, annað helst ikki ov kalt og sumt má ikki goymast saman.
Súreplir og perir skulu helst goymast í temperaturi millum 2 - 10 stig. Og helst ikki saman við øðrum fruktum, tí tær útsenda evni ethylen, sum fær aðra frukt t.d. bananir at búnast skjótari.
Bananir skulu ikki goymast í køliskápi. Helst skulu tær goymast í temperaturi, sum er omanfyri 14 stig.
Broccoli heldur sær best í køliskápi í einum plastposa fyri seg sjálvan.
Salat tornar skjótt. Má ikki goymast saman við tomatum, purrum og súreplum. Skola salatið, koyr tað í ein posa og legg tað í køliskápið við rótini uppeftir.
Tomatir skulu helst ikki liggja í køliskápi. Tær halda sær best í 10 stigum ella meira.
Gularøtur halda sær best við 2 - 4 stig og kunnu tí gott liggja í grønmetisskuffuni í køliskápinum. Helst í einum plastposa fyri ikki at torna. Í somu skuffu kunnu purrir eisini goymast.
Leykur og eplir kunnu goymast upp á sama máta. Turt, kølið (tó ikki frost) og myrkt.
Meira kann lesast á: www.oekomanden.dk