Tær nýtist ikki at setast aftur, um tað er vorðið eitt sindur kaldari í veðrinum. Tú kanst gott fara út at renna fyri tað. Tú skal bara lata teg í eftir veðrinum.
Hvat er so tað besta at lata seg í, tá man skal út at renna í kulda? Her er nøkur góð ráð.
FLEIRI LØG
Eini hyggjuráð er at lata seg í fleiri løg av klæðum. Okkurt inn at kroppinum, so eitt millumlag og so okkurt uttast. Hetta hava náttúrufólk, sum liva í baldrutum veðrið, eitt nú eskimoarar, tibetanar og indianarar, gjørt í fleiri hundrað ár.
Nú hava vit fingið eina rúgvu av góðum klæðum, gjørd úr stoffi, sum er væl egnað til trýlags-skipanina. T.d. Activent og Dryloft.
INNASTA LAGIÐ.
Innast skalt tú hava okkurt, sum kann leiða sveittan burtur frá kroppinum t.d. eina undirtroyggju, sum kann verða úr polypropylen, polyester ella ull. Ella onkrum øðrum kunstevni. Bummull kann ikki brúkast tí tað gerst vátt og so blívur mann skjótari kaldur. Ull sýgur eisini vætuna í seg, men vermir hóast tað.
MIÐLAGIÐ
Lagið í miðjuni, skal bjálva móti kulda. Her eru klæðir úr fleece serliga góð. Fleece kann binda eina stóra mongd av luft, og luft, sum stendur still, bjálvar væl. Haraftrat er tað sterkt, kann flyta sveitta og gott at vera í. Fleece-klæðir hava eitt tal, sum sigur hvussu heit tey eru. Talið sigur vekt í grammum pr. fermetur, t.d. Polartec 200.
UTTASTA LAGIÐ
Verður brúkt til at verja teg móti vindi og regni. Og so skal tað kunna "anda". Hetta merkir at hitin og sveittin sleppur burtur frá kroppinum. Kunnu klæðir ikki anda, kennist tað sum at renna í einum plastposa og tað er óbehagiligt.
ALLAR UTTAST.
Her skalt tú sjávsagt minnast til at lata teg í ein endurskinsvest, so tú sæst í tí myrka veðrinum.
HÚGVA, VØTTIR OG HOSIR.
Vit missa mest hita upp gjøgnum høvdið, so tað er týdningarmikið at lata seg í húgvu. Handskar ella vøttir eru eisini góðir at hava. Vøttir eru betri móti kulda enn handskar. Hálvhosir eru eisini góðar at renna í og mann skal eisini minnast til at skógvarnir ikki mugu stramma. Tí einar hosur sum eru kroystar saman bjálva ikki so væl.
AT ENDA
Man kann gott fara út at renna um tú ikki hevur tey "røttu" renniklæðini. Um man er almindiliga væl ílatin er bara at herja á. Men skunda tær at skifta klæðir, um hesi kennast vát, tá tú kemur heim aftur.
Mynd: www.treysti.fo (Jórun Mørkøre).