Annan hvønn dag verður ein fiti-skurðviðgjørdur sjúklingur innlagdur á Universitetssjúkrahúsið í Århus. Talið á fólki, sum hava fingið eftirsjúkur, eftir at hava fingið gastric bypass ella aðra fiti-skurðviðgerð, er tvífaldað seinastu fýra mánaðirnar, sigur Lone S. Jensen, leiðandi yvirlækni á sjúkrahúsinum við dagensmedicin.dk.
Peter Funch-Jensen, sum er professari og fiti-skurðlækni á Hammel privat-sjúkrahúsinum heldur tó, at kjakið um fitiskurðviðgerðir er farið av sporinum. Hann vísir ikki aftur, at tað kunnu vera ávísar eftirsjúkur, men at tað skal vera beinleiðis vandamikið at lata seg skurðviðgera fyri fiti, er ikki rætt, sigur hann við dagensmedicin.dk.
Lone S. Jensen vísir hinvegin á, at talið á fólki við eftirsjúkum ivaleyst er hægri enn tað tey síggja hjá tí almenna, tí tey flestu verða skurðviðgjørd á privat-sjúkrahúsi, og fara tískil eisini har til viðgerð, um nakað er galið.
Á Universitetssjúkrahúsinum í Århus ávirka tær mongu eftirviðgerðirnar av fiti-skurðviðgjørdum fólki nógv. Har høvdu tey ikki roknað við at so nógv fólk komu inn aftur, og tískil er dagliga arbeiðsgongdin sera nógv órógvað, sigur leiðandi yvirlæknin.
Lesið nógv meira um eftirsjúkurnar á slóðini niðanfyri.
Kelda:
http://www.dagensmedicin.dk/nyheder/2011/05/27/syge-fedmeopererede-vaelte/index.xml