Fimm stig mitt í kuldaskápinum

Deil á Facebook
Mikudagur 19. oktober 2011 - 14:00

Grams fakta. Kuldaskáp køla ikki øll á sama hátt. Inni í skápinum kanst tú í flestu sniðum snara eini skivu við tølum, men skal skivan standa á trý ella fimm ella á onkrum øðrum tali? Flestu serfrøðingar siga, at eitt kuldaskáp skal hava fimm stig celsius. Men eitt kuldaskáp kølir sum oftast ikki javnt. Tey fimm stigini eiga at vera miðskeiðis í skápinum, verður sagt. Í hurðini og í erva kann gott vera eitt sindur heitari - eitt stig ella so - meðan tað í botninum kann vera kaldari.

Fyri at kanna, hvussu kuldin er, kanst tú keypa eitt vatntætt termometur og seta tað í eitt glas av vatni (tað ber ivaleyst eisini til at seta eitt vanligt termometur inn, men við at seta í eitt vantglas, fæst eitt gott úrslit). Glas og termometur setur tú so mitt í kuldaskápið eina nátt, og so stillar tú dagin eftir inn, til tú hevur fimm stig.

Nógv framkomin kuldaskáp vísa á einum skíggja omanfyri hurðina, hvussu kuldin er, men tað kann eisini vera eitt gott hugskot at kanna, um skíggin á slíkum skápi vísir rætt.

Kelda


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini