At snorka hevur ongantíð tænt nøkrum

Deil á Facebook
Hósdagur 27. oktober 2011 - 08:37

Tað at snorka er kannað væl og virðilga seinnu árini, men eingin granskari hevur higartil kunnað funnið nakað gott við hesum. So er spurningurin, um tað at snorka kanska hevði sína orsøk fyrr í tíðini. Tað hevur vitenskap.no spurt ein djórafrøðing, og hansara svar er hart og kontant.

-At snorka hevur als eingi gagnlig árin við sær í náttúruni. At snorka vísir umheiminum, at tú ert eitt lætt offur. Tú byrjar ofta at snorka, tá tú gerst gamal, tjúkkari ella leysari í gómanum, sigur Petter Bøckman, sum er savnslektari á Naturhistorisk museum í Oslo við norsku heimasíðuna.

Fyrimunurin við snorki skuldi líka verið, at tað vísir hinum rándýrunum, at her er eitt lætt offur. Á tann hátt kann náttúran geva teimum sterku fyrimun.

Kelda, og lesið meira:
http://www.forskning.no/artikler/2011/oktober/302329


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini