2 mdr venjing bøtir fyri 20 ár uttan venjing

Deil á Facebook
Týsdagur 25. oktober 2011 - 10:14

Tá vit eldast, minka vøddarnir. Hetta slepst ikki undan, men við at styrkivenja, kunnu vit minka um hesa afturgongd. Tað er serliga aftaná at vit eru vorðin 50 ár, at vøddarnir fara at minka skjótari - tá hendir Sarkopeni, sum tað verður rópt. Um ein persónur ikki er fysiskt aktivur, kann styrkin í kroppinum minka 1,5 prosent árliga. Men tað skal ikki so nógv til fyri at varðveita nógv av kropsstyrkini. Summi klára seg við at gera morgumfimleik og ganga nógv, meðan onnur venja í fitness-støð.

BYRJA NÚ
Virda heimasíðan motion-online.dk skrivar, at tað er skjótt at koma aftur á sporið, um tú ikki hevur íðkað, og hevur mist styrkju í kroppinum. Kanningar vísa, at fólk kunnu vinna inn aftur ta vøddamongd, sum tey hava mist seinastu 20 árini, við at venja í tveir mánaðir. Tá verður vant hart, og minni kann eisini gera tað.

Kelda og lesið meira her


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini