Zinfandel 1
Stødd á teksti: a a
Legg á Facebook
Nýggjastu:Tekstgreinar
05 Sep 2010: : 09:15
05 Sep 2010: : 04:45
04 Sep 2010: : 04:45
03 Sep 2010: : 12:45
Kaliforniska tjóðardrúvan Zinfandel er seinnu árini vorðin rættiliga væl dámd á okkara leiðum.
Í Nýggja Heiminum eru flestu drúvusløgini komin við tilflytarum, soleiðis er eisini við bláu Zinfandel-drúvuni í Kalifornia. Leingi varð hildið, at hon var slektað við suðuritalsku Primitivo-drúvuni, men DNA-kanningar hava prógvað, at Zinfandel er nærri slektað við kroatisku drúvuni Crljenak Kaštelanski.
Nógv kjak kann standast av drúvu-uppruna og næstan hvørt ár koma søgur úr Nýggja Heiminum um drúvu-uppruna og drúvunøvn. Longu kent er søgan um kilensku Carménère-drúvuna, ið kortini ikki var Merlot; alsasiska Tokay, ið ikki er tað sama sum ungarska Tokai. Avstralskt Shiraz er tó nakað tað sama sum franskt Syrah osfr. osfr.
Zinfandel – ella Zin, sum tey siga á staðnum - er drúvuslag, ið trívist sera væl í kalifornisku sólini. Burturúr kemur kraftmikið vín við stórari parfumu og bleytari garvasýru. Við slíkum sjarmerandi og lættrennandi dygdum er vínið sjálvsagt væl dámt.
Ikki bara reyðvín verður gjørt burturúr Zinfandel. Bæði hvítvín, rósuvín og brúsandi verður eisini gjørt, men tað er avgjørt reyðvínið sum er áhugavert.
Rúsan selur í løtuni trý sløg av Zinfandel, ið her verða ummæld.
McManis, California, Zinfandel 2008
Turt reyðvín úr Kalifornia
Ummæli: Ljósur kirsuberjareyður litur. Í nøsini kraftmikil reyð og myrk frukt við nakað kraftmiklum undirspæli av fatlagring. Smakkurin er turrur, men hevur heilt stóra frukt- og fatfyllu. Javnvágin hevur í fyrstu syftu hug at koppa, men eftir einari løtu finnur hetta mergjaða vínið stevið. Verulig ein maskulin útgáva av Zindfandel. Samansettur smakkur og rættiliga áhugavert. Hóskar sera væl til grillað neytakjøt.
Kostnaður: kr. 117,00
Skoðsmál: 5 stjørnur *****
11:11 (not verified) | 24 Jul 2010 - 22:08
Deiligt at síggja at tað "Gastronomiska Føroyar" er við at vakna. :o)
Um einum dámar Zinfandel drúvuna, so kann eg anbefala vínhúsið Fetzer.
Undir Fetzer er Bonterra vínhúsið - sum dyrkar biodynamiskt og økologiskt vín.
Havi smakka hetta víni: http://www.altiadenmark.com/dk/produkter/vin/usa/1003713 og má siga at tað er heilt einastandandi gott. Eg dugi ikki at beskriva hvat og hvussu, men tað stendur eitt sindur um tað á hesi leinkjuni.
Tá eg ikki búgvi í Føroyum, havi eg ikki ánilsi um hvørji sløg av víni, Rúsan selur. Men hetta kundi kanska veri eitt uppskot til vørulistan.. ? :o))
Gott kvøld til tykkum har heima.