Takk fyri meg!
Stødd á teksti: a a
Legg á Facebook

Nýggjastu:Tekstgreinar
03 Sep 2010: : 08:15
02 Sep 2010: : 12:15
02 Sep 2010: : 10:15
02 Sep 2010: : 05:00
Mortan í Hamrabyrgi gevst í dag at skriva um mat og drekka í føroyskum høpi.
Eftir at hava viðgjørt og ummælt stórt sæð alt tað, ið vit eta og drekka í Føroyum, skipað fyri tiltøkum og sett í verk menningar-verkætlanir føroyskari matmentan at frama, so tykist eg nú at hava gingið meg fastan.
Gastronomiska hámarkið í misjón mínari, Tórshavnar Matfestivalur 2009, varð herfyri skýrdur ólógligur av matvøru-myndugleika og nýsamtykta matvørulógin forðar eftir øllum at døma fyri nýggjum royndum at menna føroyska matmentan.
Sostatt endar kapittulin her.
Við ringum tannabiti.
Tí visjónin er als ikki rokkin. Fleiri verkætlanir fóru ongantíð av bakkastokki og potentialið í føroyska náttúru-tilfeinginum er ikki liðugtkannað.
Góði lesari, eg havi eftir bestu sannføring givið bestu kunning og míni bestu ráð til tykkum. Ikki hava vit altíð verið samd. Tað hevur heldur ongantíð verið endamálið. At vit øll gerast meira tilvitaði um alt tað, ið vit eta og drekka, hevur verið endamálið. Tí fari eg eisini at takka øllum tykkum, ið hava verið ósamd við mær í ummælum og skoðsmálum.
Matportalurin Grams.fo doyr ikki við hesum. Leif Láadal, redaktørur á granna-portalinum Kramm.fo hevur játtað at taka yvir táttin at seta fokus á tí, ið vit eta og drekka í Føroyum. Hann byrjar 1. august 2010.
Sjálvur fari eg nú undir kav í gastronomiska dýpið úti í heim...
Manga takk!
Mortan í Hamrabyrgi