Pitsa ummæli

Stødd á teksti: a a f Legg á Facebook

skrivað tann 15 Jul 2010 - 00:15 av Mortan í Hamrabyrgi í Ummæli Tekstgreinar viðmerkingar (43)

Italski matsiðurin pizza ella pitsa er farið sigursferð um allan knøttin. Hvussu er støðið í Føroyum?

Grams.fo vitjaði herfyri altjóða matstovuna Hvonn í Havn. Hvonn hevur lagt seg eftir at bjóða matrættir úr øllum heraðshornum, kanska serliga amerikanskar og italskar rættir, herundir eisini heimsgitnu pitsuna.

Hvat er ein góð pitsa?

Ilt at siga. Veldst um tú spyrt í Napoli ella í Stockholmi, Berlin ella New York.

Persónliga svørji eg til Napoli.

Klassiska suðuritalska pitsan er eyðkend við at vera einføld, men úr bestu rávørum. Ein tunnur, broyskin pitsabotnur úr besta durum-mjøli bakaður á steinplátu í opnum eldi. Ein tomatsós úr bestu tomatum. Frískur búffil-mozzarella-ostur. Frísk basilikum-bløð. Tað er alt hvat krevst fyri at gera eina framúr vælsmakkandi pitsu.

Seinni eru komnir hesi tjúkku amerikansku botnarnir, ið meira eru friturustoktir enn bakaðir. Og so hesin óvanin við at koppa fjøll av døgurðamati omaná. Kjøt av øllum handaslagi, sós, salat, dressing og annað “gott”. Og so ikki at gloyma alt ‘undarliga’ tilhoyrið: ananas, banan og líknandi, sum ikki hoyrir heima á pitsa. Eftir mínum tykki. Mest brúkti mozzarella-osturin er tíverri hesin guli gummi-kendi og ikki tann fríski hvíti.

Út frá hesum premissum vórðu fylgjandi tríggjar pitsur keyptar á Hvonn og ummæltar. Best er altíð at eta pitsa á staðnum, men í hesum førinum vórðu tær keyptar útvið.

Nr. 19 Hvannpitsa (kr. 95): Kjøtsós, skinka, hvítleykur, salat, súrrómasós. Tjúkkur botnur.

Ummæli: meira eitt transformerað pita-breyð enn ein pitsa. Eitt koppað døgurða-fjall omaná á eitt breyð. Hetta slagið av pitsa sæst nógv í Norðurevropa og USA, men eg haldi tað vera ein stór misskiljing.

Nr. 36 Vegeteriana (kr. 85): Oljuberjaolja, tomatsós, ostur, grillað grønmeti. Tunnur botnur.

Ummæli: her er gjørd ein roynd at gera klassiskan tunnan italskan botn, men eg haldi ikki tað er hepnast. Hann er ikki nóg tunnur og so hevur hann enn hetta “friturkenda” frábrigdið. Olivinoljan smakkast ikki nakað serligt. Men tað krevur eisini eina góða og fríska olju, sum ikki verður brend í ovninum. ‘Grillað grønmeti’ í Napoli hevði verið grillað piparfrukt uttan flus, grillað aubergine, grillað courgettir og líknandi. Í hesum førinum var grillaða grønmetið m.a. gularót, broccoli og mínsann eisini baby-mais! Óalmindiliga sjáldsamt og ikki gamalt í Napoli! Jú, ein courgette sást eisini, men grillaða piparfruktin var við flusi. Ikki gott!

Nr. 37 Caprese (kr. 85): Mozzarellaostur, tomatir, basilikum. Tunnur botnur.

Ummæli: Aftur her var tunni botnurin ikki hepnaður serliga væl. Caprese hevur eftir siðbundnu italsku uppskriftini ikki tomatsós, men harafturímóti frískar tomatir. Men tá skula tær eisini vera góðar og fullar av smakki. Eitt nú San Marzano-tomatir, Cherry- ella Blommu-tomatir. Og ikki hálvforkølaðar, bleikar, harðar vakstrarhús-tomatir úr Hollandi ella í námind! Havi sjáldan smakkað so smakkleysar og grovar tomatir. Hvar var basilikum? Ikki eitt einasta blað, men harafturímóti eitt risastórt reiður av baby-spinat, reytt mangold og rucola. Hoyrir ikki heima á Caprese! Mozzarella-osturin var frískur og hevði hampuligan smakk, men hann var bara tveittur omaná ráur í stórum klumpum. Tað hevði hóskað betur um hann var smeltaður eitt sindur.

Viðmerkingar

skriva eina viðmerking

DK (not verified) | 15 Jul 2010 - 09:45

Gott og týdningarmikið ummæli!

Haldi tað er uppá tíðina, at føroyingar fáa og - ikki minst - krevja at fáa betri pitsur. Eini góð ráð: less is more!

Kundi gott hugsað mær at sæð teg ummælt hini - vánaligu - pitsastøðini í Tórshavn eisini. Har er ikki eitt stað, ið klárar at gera eina ordiliga pitsu!

dj (not verified) | 15 Jul 2010 - 11:01

nr 11 hjá Pizza 67 er ikki so galin.

Pizza-speciale (not verified) | 15 Jul 2010 - 12:14

Tann einasta góða pizzaðin í Havn er Rolling Stones frá Pizza 67.

annars er Pizza 67 tað einasta staðið í Havn ið gera OK góðar pizza'ir.

Pitsa (not verified) | 15 Jul 2010 - 12:35

Carello niðri við Skansan ger heilt góðar pitsur - um ikki tær bestu!

Marna (not verified) | 15 Jul 2010 - 15:17

Pizza á Hvonn eru tær bestu, tær eru heimagjørdar allan vegin, og tað haldi eg telur nógv. Pizzurnar frá pizza 67 eru alt ov "feitar", og eru at meta við Bake-off vørður. Annars haldi eg at vit eru komin heilt langt í Havn; var í Rom í vár og mátti ásanna at pizzan í FO var betur, men sum altíð, man kann verða heldigur og óheldigur!! Gott tiltak við grams.fo;)

Magga (not verified) | 15 Jul 2010 - 16:08

At eta pizza frá Pizza67 er sum at eta papp! Turrisligar og ongan smakk. Her er eitt hugskot: Royn og far ÚTUM Havnina at royna matarstøð!? Langt úti hugskot, ha? Á Kambsdali liggur pizzaria og grill Prima Vera ið ger framúr pizza!

.. (not verified) | 15 Jul 2010 - 16:30

far sjálvur oman og ger pitsa um tær eru so vánaligar .. vita um tú klárar betur?!

gutti (not verified) | 15 Jul 2010 - 16:36

pitsurnar, ið eg havi etið her í Fo eru also onki at rópa hurra fyri. Keðiligar, gularót, broccoli - omg also, vánaligt, høvdu tær so kosta 40 kr so lad gå. Haldi eisini at allar smakka eins ella kanska skuldi eg sagt, allar smakka av ongum. Haldi ikki at føroyar er eitt pitsaland.
Men smag og behag - og gud havi lov fyri tí :-)

Edvard (not verified) | 15 Jul 2010 - 19:46

Haldi at Hvonn leingi hevur fortjent handan pitsa-smekkin. Teir hava gjørt lorta "kjøt-fjalls" pitasðir líka síðan pizzaria opnaði í kjallarinum fyri eg-veitsj-hvussu-nógvum-árum síðan.

Edvard (not verified) | 15 Jul 2010 - 19:52

...men sjálvandi tað er kanska nógv at forlanga at fáa 1 daga gamlar tomatir úr Italia til Fø. Men tað er eingin umskylningur fyri at oysa ein heilan grýturætt oman á eitt breyð, og kalla tað pitsa.

Page 1 from 5:1 2345»last page »

Skriva eina viðmerking

Image CAPTCHA
Innset teknini (uttan millumrúm), ið tú sært á myndini.

Hvussu ofta etur tú á matstovu í Føroyum árliga (ikki kantinu/frokost) ?

Vís fleiri pulsar

Úr savninum

Tað stóra bake-off

Tað stóra bake-off

Innanlands Tekstgreinar

Er tann seinasti bakarin í Føroyum deyður ella hvat?...