Frálíkur Ólavur úr poknugróti
Stødd á teksti: a a
Legg á Facebook
Nýggjastu:Tekstgreinar
03 Sep 2010: : 08:15
02 Sep 2010: : 12:15
02 Sep 2010: : 10:15
02 Sep 2010: : 05:00
Fyrsta serølin í glasfløsku frá Okkara á Velbastað hepnast sera væl. Aroma, góða javnvág og persónligheit hevur bjórin, ið er ognað tjóðarhátíðina.
Fyrstu tríggjar signatur-ølirnar frá Okkara vórðu tappaðar á dós, men Ólavur hevur sum serøl fingið fínan glasbúna til ólavsøkuna.
Okkara sigur í tíðindaskrivi frá, at Ólavur er yvirgerað ale bryggjað eftir belgiskum leisti. Tvs. at gerin spælir ein stóran leiklut í anga og smakk. Styrkin eru tey maksimum loyvdu 5,8 % ABV.
Eg skonkti Ólav upp í pokal-skapað ølglas. Liturin er djúpur ravgyltur. Krúnan av froða er hvít sum ull og livir meðallleingi. Beinanvegin eg snoddaði til ølina fekk eg minnir um Rinkusteinin, ið var royndarbryggj frá Okkara á Ølfestivalinum í Keypmannahavn í vár. Eins og Rinkusteinur er Ólavur bryggjað við poknutum føroyskum gróti. Soleiðis at skilja, at bryggjarin hevur funnið serliga poknut grót, hitað tað upp til 800 stig og síðani latið tað niður í “urtina”. Við hesum legst ein karamellisering inni í øllum rivum og poknum á hesum grótpetti. Grótpettini ella lava-steinarnir verða síðani liggjandi saman við ølinum meðan tað búnast og gevur hendan serliga søtliga og mineralska kryddsmakkin til ølið.
Aftur til luktin. Ólavur er væl humlaður. Frískir og samansettir tónar av blómum og kryddurtum frá humluni blanda seg við frukttónum (abrikos) frá gerinum og so hetta frálíka mineralska karamel-frábrigdið frá maltinum.
Í gómanum hevur bjórin góða fyllu, men er samstundis rættiliga frísklig. Aftur er tað eleganta samanspælið, ið gevur ølini persónligheit. Millum søtliga maltið, karamelliseraða poknugrótið, samansetta fruktsmakkin frá yvir-gerinum og so ein rættiliga kraftmikil, javnvigandi og urtagrønur beiskur humlusmakkur. Framúr gott handverk! Ólavur er ein sera leskilig og spennandi summarøl, ið samstundis hevur pondus til eisini at seta saman við góðum ólavsøku-mati.
Skonkið í stór og víð pokalgløs fyri at fáa allan aroma burturúr!
Kostnaður: Ein pakki við 6 fløskum kostar 84 kr. og ein kassi við 24 fløskum kostar 336 kr.
Skoðsmál: 5 stjørnur *****
Viðmerkingar
skriva eina viðmerkingEin sera góð summarøl við fruktkendum tónum og rímiliga væl humlað. Liturin er ravgulur, tann sami sum á OKKARA gull.
Nú hoyrdist í ÚF, at Ólavur er útseldur, men tað er ikki so løgið, tá mann hugsar um, at OKKARA øl hevur fingið sera góð ummæli.
Vit skulu minnast til at OKKARA er eitt MIKRO bryggjarí og ikki hevur sama kapasitet at bryggja líka stórar mongdir sum kappingarneytin, men tað er heldur ikki meiningin við einum mikrobryggjaríi.
OKKARA skulu halda seg til at bryggja smærri mongdir við góðsku.
Eg gleði meg til næsta serølin kemur frá hesum frálíka bryggjaríi.
Minnist til at drekka hesa ølina úr einum stórum glasi, soleiðis at tit kunnu njótað angan.
Uha da da ein prísur, gott man búleikast í DK .-)
Ongantíð smakka vanaligari øl enn okkara òlavur, tú hevur ein fúlan jarnsmakk ´sum eftirsmakk......
Vit gleddu okkum at smakkað tí nógv róstu ølina, væntaðu okkum eitt sætt upplivilsi...... - blindsmakkaðu ymiskar øl - okkara ólavur fekk dumpekarakter frá okkum øllum, og vit eru rættiliga ymisk annars...... og næst henni eitt reytt blikk frá okkara....
Tit sum onga fyngu hava onki forsømt.......vanaligt .....vanaligt....vanaligt......
Haldi ikki hon smakkar illa sum so. Hon er bara rættliga líkagildig. Hon ger einki, sum aðrar ølir ikki gera betri. Akkurát sum allar Føroya Bjór øl smakka av tí sama, bara í ymsum styrkjum (sum um tað sama grundmateriali er í), so smakkar hendan líka sum Gull-ølin hjá Okkara, bara sum um onkur hevur drippa eitt sindur av "Belgian Aroma" í.
Annars eru tað ólukksáliga fáar øl, sum smakka illa. Sjálvt "illa-smakkandi" øl er gott øl, so leingi sum øli hevur eina ætlan...eina plan....ein rættning.
Hendan ølin er bara sindur líkagildig...tað er verri.
ZM (not verified) | 26 Jul 2010 - 15:46
AAH!
Eg vildi so gjarna prøva ølina áðrenn hon var útseld ..
Bryggja meiri av henni!
:)
Spennandi øl frá Okkara annars. Gullin er serstakliga deilig :)