Besta drekki-jogurtið

Stødd á teksti: a a f Legg á Facebook

skrivað tann 18 Jul 2010 - 19:30 av Mortan í Hamrabyrgi í Ummæli Tekstgreinar viðmerkingar (5)

Nýggjastu:Tekstgreinar

10 Sep 2010: : 14:45

Risotto ein lekkur avloysari fyri rís

10 Sep 2010: : 10:00

At steikja fisk við skræðu

10 Sep 2010: : 07:00

Eitt sindur av søtum skaðar ikki

09 Sep 2010: : 14:15

Føroysku alkoholtilmælini verða kanska øðrvísi

09 Sep 2010: : 10:00

Tvey sløg av matvørukrøvum frá ES

Er drekkandi jogurt etandi?

Jogurt er súrgaður mjólkarúrdráttur. Hann verður gjørdur burturúr mjólk, sum verður súrgað við mjólkarsýrubakterium. Vanliga verða tvær bakteriur nýttar at fermentera ella gera mjólkina. Talan er um Lactobacillus bulgaricus og Streptococcus salivarius. Mjólkasukrið (laktosa) verður umgjørt til mjólkasýru (laktat), ið síðani broytir protein-strukturin í mjólkina. Við hesum fæst kendi tjúkki konsistensurin og lætt súrligi smakkurin, ið nógv av okkum seta so stóran prís uppá.

Hetta tey rópa drekki-jogurt ella sum MBM nevnir sopa, er vorðið rættiliga væl dámt seinastu árini. Í staðin fyri at súpa, so er jogurtið somikið tunt, at til ber at drekka beint úr fløskuni ella úr glasi.

Drekki-jogurt hevur somu fyrimunar og vansar sum vanligt jogurt. Kendir fyrimunir eru við protein-innihaldinum og eginleikar at fáa javnvág í sodningarlagnum. Í mun til vansum verður her serliga hugsað um stóra sukurinnihaldið í frukt-jogurti.

Sí grein á Grams.fo um jogurt sum heild:

http://www.grams.fo/content/jogurt

Kent er at bakteriur kunna gera okkum sjúk, men sanniliga eiga bakteriur eisini lívið í okkum. Mikroflora ymsastaðni í likaminum roynir at fasthalda eina javnvág, ið er okkum til fyrimuns. Serliga kent er bakteriu-javnvágin í sodningarlagnum. Tískil fer nógv gransking fram um bakteriur, ið sum mat-tilsetningur kann styrkja heilsuna, sokallað ‘functional foods’ ella ‘probiotika’. Nógv av hesum er ikki dokumenterað og má sjálvsagt ikki marknaðarførast sum heilsubót, men ábendingar eru um at ávísar bakteriur kunna hjálpa okkum at varðveita góða heilsu.

MBM Sopi og Yoggi hava vanligan jogurtsýru-gróður í sær, meðan Cultura hevur tilsett gróðrarnar L. Acidophilus, Bifido og so tann sermerkta Lactobacillus paracasei F19. Fyritøkan handan Cultura, Arla, hevði fyri 15 árum síðani granskingarsamstarv við fleiri unversitets-deildum at menna probiotika-stammur, ið bæði høvdu heilsufremjandi eginleikar og eisini góvu góðan smakk til úrdráttin. Burtur úr kom m.a. F19, ið Arla í dag hevur tikið patent uppá.

Well, til sakina, hvussu smakkar?

Skoðsmálini eru latin í mun til reinan, neyvan, djúpan og autentiskan fruktsmakk í javnvág við sukrinum. Við hesum sukurupploysingi er torført at meta um sjálvan jogurtsmakkin. Teir ymisku sýru-gróðrarnar geva ymiskan smakk umframt at feitt-innihaldið kan ávirka upplivingina. Eg haldi ikki at fólk skula ræðast feitt-innihaldinum, men heldur nærlesa sukur-innihaldið um tað er heilsan, ið hugsað verður um!

Cultura hindber-ingifer 500 ml: 5 % tilsett sukur, flatur og nakað tunnur fruktsøtligur smakkur, 2**

Cultura jarðber-granatsúrepli 500 ml: 5 % tilsett sukur, góð sýra, samansettur og autentiskur fruktsmakkur, 4****

Cultura Light jarðber 500 ml: aspartam (eisini kent sum E951, ið heilsumyndugleikar nógvastaðni mæla frá at eta í størri nøgdum), nakað tunt sproyt fyri at siga sum er, 1*

Cultura Light vanilja 500 ml: aspartam (eisini kent sum E951, ið heilsumyndugleikar nógvastaðni mæla frá at eta í størri nøgdum), eftirgjørdur og vatnutur smakkur, eingin ektað vanilja, 1*

Yoggi hindber-boysenber-bláber 350 ml: 8 % tilsett sukur, rímiliga samansettur og autentiskur fruktsmakkur, 3***

Yoggi jarðber-lime 350 ml: 8 % tilsett sukur, smakkar sera eftirgjørt, nógv sýra, 1*

MBM Sopi ananas-sitrón 400 ml: 6 % tilsett sukur, nakað tunt, bara lítil sýra, 2**

MBM Sopi jarðber 400 ml: 6 % tilsett sukur, dovin smakkur, vantar sýra, 2**

MBM Sopi sólber-tranaber 400 ml: aspartam (E951), acesulfam K (E950), her er simpulthen talan um somu søtu-uppskrift sum í Pepsi Max, men hóast so góður autentiskur fruktsmakkur í góðari sýru/søtleika-javnvág, 4****

MBM Sopi vanilja 400 ml: 6 % tilsett sukur, Mjólkarvirkið hevur flottað seg við ektaðum vaniljukornum, góður natúrligur smakkur, 4****

Viðmerkingar

skriva eina viðmerking

bara eg (not verified) | 18 Jul 2010 - 20:38

hvussu kann drekkandi jogurt vera etandi ? :P

Hanna (not verified) | 18 Jul 2010 - 22:09

Hví skulu tit brúka hatta vemmiliga kunstiga sukrið til sólberjasopan. Kunnu tit ikki gera 2 alternativ, 1 ordiligt, og 1 við kunstigum sukri, um onkur absolutt vil hava tað.

Olga (not verified) | 19 Jul 2010 - 00:40

Føroyskt jogurt smakkar av ongum, men drekkijogurti er ok.

E.Thorvaldsson (not verified) | 19 Jul 2010 - 16:43

Her er misskiljing hend .Sopi er ikki jogurt,,men AB mjólk ella tað danir kalla cultura. Inniheldur sumsagt aciidiphilus og bifidum (a og b). Drekkijogurtin hjá MBM sum seld var í bikarum er tikin úr framleiðslu.

MBM hevur bert eina vøru við kunstigum sukuri.Allar hinar sum eru søtaðar við vanligum sukuri. Orsøkin til at vit sattu kunstigt sukur í eina vøru er eina og aleina av hensyn til diabetessjúklingar.

mortan

mortan | 19 Jul 2010 - 19:40

Rætting!
Sum Eirikur so rætt sigur eru bæði L. acidophilus- og Bifido-gróður í Sopa og eigur at samanberast við Cultura!
Haldið mær til góðar fyri mistakið!
vinarliga
Mortan

Skriva eina viðmerking

Image CAPTCHA
Innset teknini (uttan millumrúm), ið tú sært á myndini.

Hvussu nógvar alkoeindir (lítlar) drekkur tú um vikuna?

Vís fleiri pulsar